- Vit síggja tað, sum er hent, sum enn eina hending, har ukrainski herurin og politiska leiðslan brúkar yvirgangsálop og ræðslu móti sivilfólki.
Tað sigur russiska uttanríkisráðið í einari fráboðan í dag. Lagt verður aftrat, at Russland tilskilar sær rættin til at hevna álopini.
Talsmaðurin hjá Kreml, Dmitrij Peskov, sum er maðurin høgrumegin Vladimir Putin á myndini omanfyri, sigur, at Russland heldur fram við "spesialoperatiónini" í Ukraina.
Dmitrij Peskov sigur, at Russland fer at røkka øllum sínum málum í Ukraina, hóast ukrainsku dronu-álopini á Moskva og Krim-hálvoynna.
Hetta skrivar tíðindastovan NTB nú seinnapartin, eftir at dronur hava gjørt skaða á bygningar í miðbýnum í Moskva og lóðurgoymslur á Krim í morgun.











