Kyiv Independent veit í dag at siga, at Russland nú hóttir við at bróta kornavtaluna.
Dmitrij Medvedev, sum er varaformaður í russiska trygdarráðnum, hóttir við, at Russland fer at bróta kornavtaluna, um G7-londini sýta fyri útflutningi til Russlands.
Kornavtalan sigur, at ukrainsk skip, sum sigla úr Ukraina og úteftir Svartahavinum við korni, ikki verða álopin av Russlandi.
Ukraina er ein týdningarmikil útflytari av korni.
Kornavtalan er ein avtala, sum Turkaland og ST fingu í lag saman við Russlandi og Ukraina og sum tryggjar, at heimurin fær korn úr krígsherjaða landinum.
Dmitrij Medvedev var russiskur forseti árini 2008 til 2012, og hann var russiskur forsætisráðharri árini 2012 til 2020.











