Millum virksemi, sum er rakt í Russlandi, er eitt nú McDonald's, IBM og Coca-Cola.
Wall Street Journal veit at siga, at russiskir myndugleikar seinastu vikuna hava sett seg í samband við útlendskar fyritøkur, bæði fysiskt, um telefonina og við brøvum, har hótt verður við rættarmáli.
Ávaringarnar skulu sambært Wall Street Journal hava ført til, at feløg hava avmarkað sítt samskifti millum russiska partin og restina av felagnum.
Orsøkin er helst, skrivar ávísin, at stúrt verður fyri, at russiskir myndugleikar kunnu avlurta samskifti millum partarnar.
Lagt verður aftrat, at onkur feløg eisini hava arbeitt við at flyta sínar leiðarar úr landinum.
Forseti Russlands, Vladimir Putin, stuðlar einum uppskoti um at tjóðartaka ognarlutir hjá útlendskum feløgum, sum fara úr Russlandi orsakað av innrásini í Ukraina.
Ein long røð av feløgum hava tikið seg úr Russlandi, nøkur permanent og onnur fyribils, orsakað av russisku krígsrørsluni.
Sambært Wall Street Journal siga fleiri av feløgunum, sum eru givin við sínum virksemi, at tey fara ikki at broyta sínar avgerðir, hóast hóttanir frá russiskum myndugleikum.