Russland gevur nú USA skyldina fyri eitt álop á Krim-hálvoynna sunnudagin.
Tað veit tíðindastovan, Reuters, at siga fyrrapartin.
Russar siga, at fýra fólk vórðu dripin í álopinum, harímillum tvey børn. 151 fólk fingu løstir.
Reuters veit at siga, at tíðindini um ukrainska álopið á Krim eru ikki váttað av óheftum keldum.
Russar siga, at ukrainski herurin brúkti rakettir í álopinum á Krim, sum USA hevur latíð landinum.
- Álopið var barbariskt, og vit fara at gera vart við amerikansku uppíleggingina, siga russar sambært Reuters í dag.
Tað var í 2014, at Russland tók Krim-hálvoynna í Svartahavinum frá Ukraina.
Í stødd er Krim-hálvoyggin eitt vet minni enn Jútland, sum er umleið tveir triðingar av Danmark.
Lesið eisini her - https://www.in.fo/news-detail/try-deyd-og-100-saerd-i-alopi-a-krim