Á trygdarráðstevnuni, sum er í München, sigur ukrainski forsetin, Volodymyr Zelenskyj, at russiska krígsførslan í Ukraina er ein hóttan móti trygdini í øllum Evropa.
Forsetin legði aftrat, at árið 2024 má gerast eitt vegamót í krígnum í Ukraina.
- Hetta er eitt kríggj hjá Russlandi móti einari demokratiskar heimsskipan, sum byggir á rættindi, segði Volodymyr Zelenskyj, á røðarapallinum á trygdarráðstevnuni í München.
Hann segði, at alt Evropa er hótt av russisku krígsførsluni í Ukraina.
Tað er tíðindastovan, NTB, sum endurgevur.