Tað skrivar Fiskeritidende, sum greiðir frá, at avtalan hevur verið í gildið síðani fimmtiárini.
Síðani 1956 hava bretsk skip havt loyvi at fiska á ríku grunnunum í russisk sjóøki í Barentshavinum, strondini á Kola hálvoynni og fram við strondini á Kolguyev Island.
Men tað er liðugt nú, skrivar Reuters. Russland hevur gjørt av at siga upp avtaluna, tí at Bretland í alsamt størri mun verður mett sum eitt fíggindasinnað alnd vegna stuðulin til Ukraina.
Søguliga fiskivinnuavtalan frá 1956 var undirskrivað í London og var eitt umskifti í kalda krígnum. Khrusjtjov hevði sama árið fordømt Josef Stalin, skotið upp friðarliga samvinnu við Vesturheimin og hevði enntá vitjað í Bretlandi.
Tað at Russland fer úr avtaluni er seinasta ábendingin um, hvussu djúp gjógvin millum Russland og Vesturheimin er vorðin eftir tvey ára kríggj í Ukraina, sjálvt um London sigur, at stigið hjá Moskva er symbolskt.










