Ein deyður russiskur hermaður við eitt hernaðarakfar. Myndin er tikin hin 7. mars í einum skógarøki uttan fyri ukrainska býin, Kharkiv.

Russland hevur mist 40.000 hermenn í Ukraina

Amerikanskir miðlar skriva í dag, at Russland hevur mist 40.000 hermenn eftir at hava verið í kríggi í ein mánaða. Hermenninir eru antin dripnir, særdir, saknaðir ella tiknir til fanga í Ukraina.

Ein deyður russiskur hermaður við eitt hernaðarakfar. Myndin er tikin hin 7. mars í einum skógarøki uttan fyri ukrainska býin, Kharkiv.

Fleiri amerikanskir miðlar hava seinastu dagarnar endurgivið ónavngivnar keldur í Nato, sum siga, at Russland hevur mist eitt rættiliga stórt tal av hermonnum í Ukraina.

 

Millum miðlarnar, sum bera hesi tíðindi, eru eitt nú NBC News, CNN og Business Insider, og norska kringvarpið - NRK - hevur eisini valt at endurgeva tíðindini.

 

Sambært keldunum í Nato hevur Russland mist 40.000 hermenn, sum antin eru dripnir, særdir, saknaðir ella tiknir til fanga í Ukraina.

 

Nato-keldurnar halda, at millum 7000 og 15000 russiskir hermenn higartil eru deyðir í krígnum í Ukraina. Almennu tølini í Russlandi siga, at 489 hermenn eru deyðir.

 

Men, russisku tølini eru eru frá 2. mars og tískil meira enn tríggjar vikur gomul.

 

Sagt verður, at tølini, sum Nato-keldur vísa til, byggja á tøl hjá keldum í Ukraina, men tíðindastovurnar vænta eisini, at hetta eru tøl, sum fregnartænasturnar hava fingið úr Russlandi.

 

Í Russlandi hava tey sagt, at tey uppgeva ikki, hvussu nógvir hermenn eru deyðir í krígnum.

 

- Álopskríggj er krevjandi, men stóru tølini vekja kortini ans. Nevnast kann til samanburðar, at 15.000 sovjettiskir hermenn lótu lív í Afgnanistan árini 1979 til 1989, veit NRK at siga.

 

 

 

Ein deyður russiskur hermaður við eitt hernaðarakfar. Myndin er tikin hin 7. mars í einum skógarøki uttan fyri ukrainska býin, Kharkiv.