Russland hevur framt álop á eitt ukrainskt orkuverk.
Tað skrivar tíðindastovan Reuters.
Russland hevur rekat trý termisk orkuverk hjá størsta ukrainska orkufelagnum, DTEK.
– Útgerðin er illa farin. Eftir álopið fóru teknikarar alt fyri eitt at umvæla skaðarnar, sigur felagið á boðtænastuni Telegram.
Tað eru ikki fleiri upplýsingar frá felagnum, og tí er óvist, um skaðarnir hava avleiðingar fyri ukrainsku brúkararnar.
/ritzau/