Russland aftur framt dronuálop á Kyiv

Í morgun hevur Russland sent í minsta lagi 20 iranskt framleiddar dronur móti ukrainska høvuðsstaðnum. Samstundis halda hørðu bardagarnir í býnum Bakhmut har eysturi í landinum fram.

Enn einaferð hevur Russland lopið á undirstøðukervið í ukrainska høvuðsstaðnum, Kyiv. Hetta hendi tíðliga í morgun, upplýsir býarumsitingin í Kyiv á Telegram.

 

Leiðarin fyri hernaðarumsitingina, Sergii Popko, skrivar á Telegram, at ukrainar hava skotið 15 dronur niður í loftrúminum yvir Kyiv.

 

Aðrar dronur hava rakt, og tað er undirstøðukervið í býnum, sum enn einaferð hevur kent sviðan. Í minsta lagi tvey fólk hava fingið skaða í álopunum á Kyiv í morgun.

 

Journalistar hjá netávísini Ukrainska Pravda siga, at harðar spreingingar hava verið at hoyrt í miðbýnum, og hildið verður, at talan serliga hevur verið um ukrainskar loftverjurakettir.

 

Sagt við úr Kyiv, at sløkkiið stríðast við at sløkkja eldar eftir russisku dronuálopini, og heitt hevur verið á íbúgvar í býnum um at søkja sær skjól.

 

Ukrainskir myndugleikar siga, at Russland hevur skotið tilsamans 20 iranskt framleiddar Shahed 136-dronur eftir Kyiv í morgun.

 

Hesar dronur verða ofta róptar kamikaze-dronur, tí tær flúgva beint inn í sjálvt málið í staðin fyri at skjóta rakettir og venda aftur. Dronurnar hava eisini verið róptar sjálvmorðsdronur.

 

Sagt verður, at harðir bardagar eisini hava verið í býnum, Bakhmut í Donetsk-fylkinum, um vikuskiftið, og her verður lagt aftrat, at ukrainskar deildir hava megnað at rikið russar burtur frá støðum í eystara parti av býnum.

 

Í einari video-røðu sunnukvøldið, segði ukrainski forsetin, Volodymyr Zelenskyj, at støðan í Bakhmut er álvarslig, men hann legði dent á, at ukrainskar deildir hava eftirlit við býnum.

 

Hørðu bardagarnir í Bakhmut hava vart í fleiri mánaðir, og mett verður, at bæði Russland og Ukraina hava mist fleiri hundrað hermenn í bardøgunum um býin.