Loftávaring um alt Ukraina

Í russiska verjumálaráðnum lova tey hevnd, eftir at ukrainskar sjódronur raktu eitt stórt russiskt landgonguskip inni á russiskum øki í Svartahavinum.

- Júst nú eru russisk rakettálop á Kyiv, Vinnutsia, Zhytomyr og Cherkasy-regiónirnar, og loftávaringar eru um alt Ukraina.

 

Tað skrivar talskvinnan hjá ukrainska forsetanum, Iuliia Mendel, á Tvitter.

 

Sambært ukrainskum myndugleikum eru eisini álop í Zaporizhzhya-regiónini, har størsta kjarnorkuverk í Evropa liggur.

 

Sky News sigur, at í løtuni er ógreitt, hvussu nær kjarnorkuverkinum álopini eru.

 

Tað eru russar, sum hava ræðið á kjarnorkuverkinum, men ukrainsku deildirnar eru ikki langt burtur frá verkinum.

 

Í russiska verjumálaráðnum lova tey hevnd, eftir at ukrainskar sjódronur raktu eitt stórt russiskt landgonguskip inni á russiskum øki í Svartahavinum.

 

##med2##

 

 

 

Á fylgisveinamyndini sæst landgonguskipið. Skipið sær út til at leka olju og hevur slagsíðu á 30-40 stig.