Danmark venur nú ukrainskar hermenn á danskari jørð, og hetta hevur fingið ilt í russisku sendistovuna í Keypmannahavn.
Tað veit danska ávísin, Jyllandsposturin, at siga.
Víst verður til ein stuttan teldupost hjá russisku sendistovuni í Keypmannahavn, sum kemur við ávaringum til Danmark.
- Ein og hvør hjálp til Ukraina, herímillum hernaðarlig venjing av ukrainskum hermonnum, broytir ikki gongdina í krígnum.
Lagt verður aftrat í teldupostinum, at hetta leingir bara um stríðið og ger, at talið av deyðum fer at veksa.
Á russisku sendistovuni vilja tey eisini vera við, at ukrainski høvuðsstaðurin, Kyiv, vil draga Nato-londini beinleiðis upp í stríðið.
- Danmark sær burtur frá hesum vanda, siga tey á russisku sendistovuni í teldupostinum.
Danski forsætisráðharrin, Mette Frederiksen, leggur sambært donskum miðlum einki í ávaringarnar, sum sendistovan kemur við.
- Vit ætla okkum at gera tað, sum er neyðugt fyri, at Ukraina skal vinna kríggið. Hvat Russland heldur um hetta, hevur ongan týdning fyri okkara avgerðir.
Tað sigur danski forsætisráðharrin, Mette Frederiksen, við Jyllandspostin.