Russland hótt við útilokan frá EM

UEFA gevur teimum ein seinasta kjans at fáa tamarhald á teirra áskoðarum.

Fyrstu dagarnar í EM 2016 hava verið merktir av nógvum samanbrestum millum fótbóltsáskoðarar. Serliga galið hevur verið í suðurfranska býnum Marsaille, har russiskir og enskir áskoðarar gjørdu um seg fleiri ferðir í døgunum upp til fyrsta dystin millum liðini.


Áður hevur UEFA ávaraði bæði londini um, at um tey ikki fáa tamarhald á teirra áskoðarum, so kann tað enda við, at londini verða tveitt úr EM, og í dag boðar UEFA frá, at tey hava givið gula kort til Russland. Um nakar av teirra áskoðarum heldur fram við at fremja harðskap undir dystunum, so verður russiska bjørnin tveitt úr EM.


Avgerðin er tikin í kjalarvørrinum av bardaganum á áskoðaraplássunum aftaná dystin móti Onglandi, tá ljóta síðan av fótbólti veruliga gjørdist sjónlig tá dómarin floytaði av. Alt fyri eitt herjaðu russiskir áskoðarar á ensku áskoðararnir, ið royndu at taka til rýmingar. Millum teir ensku áskoðararnir vóru børn og kvinnur.


Umframt at hótta við at tveit Russland úr, hevur UEFA handað russiska fótbóltssambandinum eina bót á 150.000 evrur.