Spreingingarnar á Nord Stream-rørleiðingarnar í Norðsjónum verða ikki kannaðar á nóg góðan hátt.
Tað heldur russiski uttanríkisráðharrin, Sergej Lavrov.
Gassrørleiðingarnar millum Russland og Týskland vórðu oyðilagdar av spreingingum á botni í Eystursjónum í endanum av september.
Kanningarfólk í Svøríki og Danmark hava staðfest, at rørleiðingarnar vóru fyri herverki, men staðfest er ikki, hvør framdi herverkið.
Í dag segði russiski uttanríkisráðharrin, Sergej Lavrov, sambært Reuters, at kanningarnar eru ikki objektivar.
- Tað vísir seg ikki, sum nakar í ES kemur til at kanna hendingarnar objektivt, sigur russiski uttanríkisráðharrin.
Í vesturheiminum hevur verið hildið, at tað helst er Russland, sum stóð aftanfyri spreingingarnar.
Russar siga, at teir hava einki við spreingingarnar at gera og sipa til, at Stórabretland eigur ein lut í tí, sum hendi.
Men, hesum vísa bretsku myndugleikarnir staðiliga aftur.
##med2##