Russland fram fleiri álop á Ukraina í dag

Russland skeyt í dag eitt ótal dronum og rakettum móti Ukraina. 11 fólk doyðu og nógv fleiri eru særd.

 

Tað skrivar Reuters.

Sambært tíðindastovuni hevur innanríkisráðið í Ukraina upplýst, at ein russisk rakett rakti ein íbúðarhús í býnum Poltava. Sjey doyðu og 14 fingu skaða, teirra millum trý børn.