Russland fer at herða álopini framyvir

Tað væntar ukrainski forsetin, Volodymyr Zelenskyj.

Reuters endurgevur í kvøld ukrainska forsetan fyri at siga, at Russland helst fer at herða álopini framyvir - ikki bara ímóti Ukraina.

 

Volodymyr Zelenskyj væntar, at hetta verður úrslitið, nú bíðað verður eftir einari avgerð um viðurskiftini hjá Ukraina við ES. 

 

Fleiri stjórnarleiðarar í ES vitjaðu herfyri í Ukraina, har teir hittu ukrainska forsetan í høvuðsstaðnum, Kyiv. 

 

Stjórnarleiðararnir í Týsklandi, Fraklandi og Italia komu við náttartokinum til ukrainska høvuðsstaðin at skifta orð við Volodymyr Zelenskyj.

 

Ukrainski forsetin væntar, at Russlandi ikki bara fer at herða álopini á Ukraina, men eisini á lond í ES.

 

- Vit fyrireika okkum og eru klárir, segði Volodymyr Zelenskyj í einari video-røðu í dag, sum eitt nú Reuters endurgevur.