Marek Hamsik skoraði ein dreymakassa, tá Slovakia framdi enn ein bragd fyri eitt av teimum undirtippaðu londunum. Slovakia vann navniliga 2-1 á Russlandi, sum heldur hevur útmerkað seg uttanfyrivøllin við harðskapi.
Slovakia, sum tapti fyri Wales í fyrsta dystinum, bæði legði seg á odda og økti til 2-0, áðrenn Russland svaraði aftur. Serliga málið til 2-0 var avbera flott, tá stóra stjørnan hjá Slovakia – Marek Hamsik – sendi bóltin í málhornið, eftir stutt útspæl frá hornasparki.
Russlandi, sum hevur fingið gult kort frá UEFA fyri harðliga atburðin hjá viðhaldsfólkunum, svaraði aftur í seinna hálvleiki. Denis Glushakov minkaði um munin tíggju minuttir fyri tíð, men tað bleiv ikki til meir enn tað.
Slovakia hevur nú fingið síni fyrstu stig, meðan Russland stendur eftir við eina stignum, sum teir fingu móti Onglandi.
Bólkur B:
Russland – Slovakia 1-2 (0-2)
0-1 Vladimir Weiss, 32
0-2 Marek Hamsik, 45
1-2 Denis Glushakov, 80
1
1
1
0
0
2
1
1
3
2
2
1
0
1
3
3
0
3
3
1
0
1
0
1
1
0
1
4
2
0
1
1
2
3
-1
1