Russland er heimsmeistari

Tað eydnaðist ikki norsku hondbóltskvinnunum at koppa sterku russisku kvinnunum í HM-finaluni, sum varð spæld í Fraklandi sunnudagin. Norsku hondbóldskvinnurnar hava annars leikt eitt frálíkt HM, men uppgávan gjørdist ov stór, tá ið Russland í dag bíðaði teimum í finaluni. Russland vann dystin 29-24 frammanfyri 14.000 áskoðarum í París. Brekkan gjørdist serliga brøtt hjá Noregi, tá ið spælstýrari Gro Hammerseng stutt inn í seinna hálvleik mátti fara av vøllinum við skaða. Tað var eisini júst um hetta mundið, at Russland streyk frá norsku kvinnunum. Serliga takkað Ljudmila Postnova, sum fekk nógv mál frá strikuni. Hetta er triðja ferðin, at russiska hondbóltslandsliðið hjá kvinnum vinnur heimsmeistaraheitið. Fyrstu ferð var so seint sum í 2001.