Oleksandra Matvijtsjuk segði í sínari nobel-røðu, at eitt ríki, sum beinir fyri journalistum, fongslar aktivistar og loysir upp friðarligar mótmælisgongur, er ein hóttan.
Hon starvast á miðstøðini fyri sivilum mannarættindum í ukrainska høvuðsstaðnum, Kyiv, og tað eru aggressiónirnar hjá Russlandi, hon sipaði til í røðuni.
- Eitt slíkt ríki er ikki bara ein hóttan móti sínum egnu borgarum, men eisini ímóti regiónini og øllum heimsfriðinum.
Oleksandra Matvijtsjuk segði, at í fleiri ára tíggjur hava russiskar herdeildir gjørt seg sekar í brotsverkum í ymiskum londum. Men, teir eru altíð slopnir at gera hetta, tí eingin hevur steðgað teimum.
Hon vísti á, at innlimanin av Krim-hálvoynni í 2014 var fyrsta dømi í Evropa eftir seinna heimsbardaga. - Russland helt, at teir kundu gera júst, sum teir vildu, segði Oleksandra Matvijtsjuk í sínari nobel-røðu.