Tíðindaskriv
Í hesum sambandið fær CBS, tann 21. mai, sera fína diplomatiska vitjan av Bjørn Kunoy, professara í altjóða lóg og komandi sendimaður í Washington og Elisabeth F. Rasmussen, sendikvinna í Brússel, ið bæði hava sitið á fremstu røð í føroyskum uttanríkispolitikki seinastu nógvu árini
Í 2024 eru 10 ár liðin síðani stóra ES boykottið ímóti Føroyum var avtikið. Boykottið, sum var sett í verk eftir at Føroyingar í 2010 ásettu sær egnu makrelkvotu, legði upp til makrelstríð, øktan samhandil við Russland, og settið Føroyar í serstaka uttanríkis og løgfrøðisliga støðu tá føroysk skip vóru útihýst úr donskum havnum. 10 ár seinni og eftir stóru vitjanina hjá forkvinnuni í ES-nevndini, Ursula von der Leyen, kunnu vit tó staðfesta at sambandið millum Føroyar og ES er viðkomandi sum aldrin fyrr.
Bjørn Kunoy, professari í altjóða lóg, fyrrverandi sendimaður í Moskva og komandi sendimaður í Washington fer at gjøgnumganga søguliga tilknýtið ið Føroyar hava havt við ES, har viðurskiftið sum makrelstríðið, handilsavtalur við Russland o.a. verður viðgjørt. Síðani kemur Elisabeth F. Rasmussen, sendikvinna okkara í Brússel, at varpa ljós á verandi støðu við ES og framtíðarmøguleikar, m.a. við tí nýggju ES samstarvsavtaluni í huga.
Skráin:
17:00-17:25: Dyrnar lata upp og okkurt drekkandi verður at fáa.
17:25-17:30: Samvinnan bjóðar vælkomin
17:30-18:15: Bjørn Kunoy hevur framløgu
18:15-19:00: Elisabeth F. Rasmussen hevur framløgu
19:00-20:00: Netverkan, ábit og okkurt drekkandi afturvið
Tiltakið verður í hølinum
SPs07 Coloplast Aud
á Copenhagen Business School, Solbjerg Plads 3,
2000 Frederiksberg
Samvinnan skipar fyri tiltakinum og ØLL eru vælkomin!