Russland eigur ikki at flyta bumbuflogfør til Kuba

-Tað er at fara yvir um markið, um Russland ger álvara av at lata bumbuflogfør hava støð í Kuba, sigur ein amerikanskur generalur

Russar hótta ní við senda eina deild av sínum bumbuflogførum til Kuba og at lata deildina hava støð har. Stigið er svar upp amerikonsku ætlaninar at seta eina rakettverjustøð í Eysturevropa.

Russiska blaðið Isvestija visti fyrr í vikuni at siga, at talan er um bumbuflogfør, sum kunnu flúgva langt, og sum kunnu løðast við kjarnorkuvápnum. Sambært blaðnum bar tað ikki til at fáa at vita, um ætlanin hjá russum er, at bumbuflogførini skulu verða verandi í Kuba.

Russiska hugskotið hevur sum vera man vakt ans í USA, og Norman Schwartz, generalur, hevur gjørt vart við, hvat amerikonsku myndugleikarnir halda um russisku ætlanina.

-Gera teir álvara av hesum, haldi eg, at vit eiga at seta hart ímóti høðrum og vísa teimum, at teir eru farnir yvir um okkara reyðu striku, sigur generalurin. Ein talsmaðu hjá Hvítu Húsunum var eisini rættiliga greiður:

-Soleiðis sum støðan er, er eitt tílíkt stig púra óhugsandi og ikki annað enn tankar, segði talsmaðurin.

 

Kreppa fyrr

USA og Russland hava fleiri ferðir verið á rokinum orsakað av Kuba. Tann ringasta kreppan var í 1962, tá tað var um reppið, at USA og Sovjetsamveldið endaðu í kjarnorkukríggi orsakað av sovjetskum ætlanum um at seta rakettir upp í Kuba.

Í 1979 komu amerikanararnir eftir, at tvær deildir av sovjetskum jagaraflogførum vóru í Kuba, men aftan á nógv kjak valædi táverandi amerikanski forsetin, Jimmy Carter, at lata málið fara aftur við borðinum.