Russland eftirlýsir beiggja Navalnyj

Líkt er ikki til, at tað er nóg mikið, at 47 ára gamli, Aleksej Navalnyj, er deyður undir illgrunaverdum umstøðum í russiskari fangalegu.

 

 

Sambært statsriknu russisku tíðindastovuni Tass eftirlýsir Russland nú beiggja Aleksej Navalnyj, sum doyði í russiskum fongsli um dagarnar.

 

Sambært Reuters, sum endurgevur Tass, kallast beiggi politiska andstøðingin og andstøðuleiðaran, Oleg Navalnyj. 

 

Reuters veit eisini at siga, at russiskir myndugleikar hava tikið stig til eitt revsirættarmál móti Oleg Navalnyj, og tí er maðurin nú eftirlýstur.

 

Líkt er ikki til, at tað er nóg mikið, at 47 ára gamli, Aleksej Navalnyj, er deyður undir illgrunaverdum umstøðum í russiskari fangalegu.

 

Oleg Navalnyj er sjey ára yngri enn bróðurin, og sambært Ria Novosti og Tass er tað russiska innanríkisráðið, sum stendur aftan fyri eftirlýsingina.

 

Sambært útlendskum miðlum í dag er Oleg Navalnyj ikki í Russlandi.