Russiski herurin hevur av óvart bumbað russisku bygdina Petropavlovka í Voronezj-regiónini.
Tað upplýsir verjumálaráðið í Moskva í dag.
Bygdin liggur 150 kilometrar úr markinum til Ukraina, og í Russlandi siga tey, at eingin fólkaskaði stóðst av mistakinum.
Seks íbúðarhús fingu skaða í hendingini.
Russiskir miðlar vita at siga, at tað var eitt óhapp, sum gjørdi, at bygdin varð bumbað.
Í nátt framdi russiski herurin annars álop á ukrainsku stórbýirnar, høvuðsstaðin Kyiv og næst størsta býin í Ukraina, Kharkiv.
Ukrainski forsetin, Volodymyr Zelenskyj, sigur, at fýra fólk lótu lív og 92 vórðu særd í russisku álopunum í nátt.
Tað er tíðindastovan NTB, sum ber hesi tíðindi í dag.











