Russland brúkar norðurkoreanskar rakettir í Ukraina

USA og Stórabretland heita á Norðurkorea um at gevast við vápnaveitingum til Russland

Í Hvítu Húsunum í USA siga tey seg hava avdúkað, at Russland hevur brúkt norðurkoreanskar rakettir í krígnum í Ukraina.

 

- Talan er um stuttberandi rakettir, verður sagt úr USA.

 

Bæði USA og Stórabretland fordøma, at Norðurkorea hjálpir Russlandi við vápnum í álopskrígnum móti grannalandinum.

 

Londini heita á Norðurkorea um at gevast við vápnaveitingunum til Russlands.

 

Seinastu tíðina hevur Russland skotið fleiri hundrað langtberandi rakettir eftir málum í Ukraina, og her hava fleiri sivilfólk latið lív.

 

Norska kringvarpið NRK telist millum miðlarnar, sum umrøða norðurkoreansku vápnaveitingarnar til Russlands.