Russisk herskip hava fingið boð um, at kannað alt, sum kemur sjóvegis til Georgia. Russisku herskipini komu til georgisku-strendurnar fyrrapartin í dag. Russiskar keldur siga, at fyrst er bara talan um rakett-krússaran Moskva og herskipið Smetlivy, tey skulu ansa eftir, at eingi vápn koma til Georgia.
Georgiskir mynduleikar søgdu fyrr í dag, at russisk skip eisini vóru við strendurnar í Abkhasia.
Sambært tíðindum frá Poti, so eru fleiri russisk skip uttanfyri havnina har, farmaskip verða afturhildin, eisini tey, sum bara hava matvørður umborð.
Tað ísraelska blaðið Haaretz skrivar í morgun, at høgtstandandi fólk í ísraelska uttanríkisráðnum, siga, at Ísrael ikki fer at selja vápn til Georgia.
?Ísrael eigur at vera sera varið í hesum døgum. Russar selja nógv vápn til Iran og Syria, tað er eingin grund, til at russar skulu fáa undanførslu, fyri at selja meira framkomin vápn til fíggindar okkara?, sigur talsmaðurin í israelska uttanríkisráðnum, við ísraelska blaðið Haaretz.










