Talskvinnan hjá russiska uttanríkisráðnum, Maria Zakharova, ávarar í dag USA um at stuðla Ukraina. Tað skrivar russiska ríkisriknað tíðindastovan, Tass.
- Jú, longri Washington eggjar til hernaðarligan hugburð í Kyiv, íroknað yvirgangsatsóknir, jú truplari verður tað at finna diplomatiskar loysnir á stríðnum.
Og Maria Zakharova heldur fram:
- Vit endurtaka enn einaferð. Okkara uppgávur í Ukraina verða loystar. Russland er opið fyri at finna loysnir. Følsku eggjaninar hjá USA um friðarsamráðingar eru ikki annað enn kávalæti.
Maria Zakharova sigur, at USA heldur roynir at bera so í bandi, at Russland fær ein strategiska ósigur í Ukraina











