Russiskur tíðindamaður myrdur

Ókendir menn myrdu fyrrakvøldið russiska tíðindamannin Kazbek Gekkijev (myndin) í býnum Naltsjik, sum er har norðuri í Kaukasus. Hann bleiv skotin.

Kazbek Gekkijev, sum arbeiddi hjá tí almenna sjónvarpinum VGTRK, var 28 ára gamal.

Myndugleikarnir siga, at drápið kann vera ein ávaring til tey tíðindafólk, sum skriva um tann islamistiska uppreisturin í norðara parti av Kaukasus. Naltsjik er høvuðsstaður í russiska lýðveldinum Kabardino-Balkaria, sum er tætt við ófriðarlig lýðveldi so sum Dagestan, Kekenia og Ingusjetia.

Vladimir Putin, forseti, lovaði í gjár, at myndugleikarnir fara at gera alt fyri at finna tann ella teir seku og at revsa teir.