Russiskur prestur prædikar á Eiði

3. sunnudag í føstu, tað er 28. februar, verður ein heldur øðrvísi gudstænasta í Eiðis kirkju.


Vanliga deknagudstænastan er avlýst, og í staðin fáa tey vitjandi høvi at uppliva eina ortodoksa gudstænastu.


Tað er í samband við, at ortodoks kristin í Føroyum hava heitt á russiskt ortodoksa prestin í Keypmannahavn, Sergi, um at koma til Føroya, at tað hevur eydnast at fingið lánt Eiðis kirkju til tí, her á klettum, óvanligu gudstænastuna.


Á síni heimasíðu skrivar Fólkakirkjan, at øll eru vælkomin í kirkju hendan dagin, men sjálv altargongdin er einans ætla ortodoksum kristinum.