Russiskur hermaður viðgongur sektarábyrgd

Sambært  The Guardian kann hermaðurin vænta sær lívslanga fongsulsrevsing fyri krígsbrotsverk.

Mynd: AP Photo/ Efrem Lukatsky

Ein 21 ára gamal russiskur hermaður stendur ákærdur í ukrainska høvuðsstaðnum Kyiv fyri krígsbrotsverk.

 

Sambært The Guardian viðgongur ungi maðurin, at hann beindi fyri einum óvápnaðum 62 ára gomlum manni.

 

Hendingin fór fram dagarnar eftir russisku innrásina í Ukraina, og hin 21 ára gamli viðgongur at hava skotið óvápnaða mannin.

 

Sambært The Guardian kann russiski hermaðurin vænta sær lívslanga fongsulsrevsing fyri krígsbrotsverk.

 

Ungi russiski hermaðurin er hin fyrsti, sum kemur fyri rættin, ákærdur fyri krígsbrotsverk, eftir at Russland leyp á Ukraina hin 24. februar í ár.

 

- Fyrr í dag søgdu russisku myndugleikarnir, at teir ongar upplýsingar hava um hermannin, leggur The Guardian aftrat.

 

 

 

Mynd: AP Photo/ Efrem Lukatsky