Russiskur fregnartænastuleiðari: Ukraina er viknað

Fregnartænastuleiðarin hjá Russlandi sigur, at stríðsorkan hjá ukrainska herinum er viknað seinastu dagarnar.

Sergej Narysjkin er leiðari fyri russisku fregnartænastuna, SVR.

Sergej Narysjkin, sum er leiðari fyri russisku fregnartænastuni SVR, sigur, at rættiliga nógvir ukrainskir hermenn, sum hava fingið venjing í Nato, eru dripnir í krígnum.

 

Sambært russisku tíðindastovuni Ria Novosti sigur hann, at tað serliga er, síðan Ukraina fór undir mótálopini á russisku deildirnar, at Ukraina hevur mist nógv herfólk.

 

Fregnartænastuleiðarin sigur, at ukrainski herurin eisini hevur mist nógva hernaðarútgerð, og at stríðsorkan hjá herinum soleiðis er viknað seinastu dagarnar.

 

Tíðindini, sum Sergej Narysjkin ber úr Ukraina, eru ikki váttað av óheftum keldum, og fregnartænastuleiðarin sigur einki um, hvussu nógv fólk og útgerð Russland hevur mist.

 

 

 

 

 

Sergej Narysjkin er leiðari fyri russisku fregnartænastuna, SVR.