Russiskur føroyafrøðingur fyllir 75

Mánadagin 17. januar 2000 vóru 75 ár síðani russiski søgufrøðingurin, tjóðfrøðingurin og landafrøðingurin Genrikh Iosifovitsj Anokhin varð føddur í Jejsk við Azovska havið

Mánadagin 17. januar 2000 vóru 75 ár síðani russiski søgufrøðingurin, tjóðfrøðingurin og landafrøðingurin Genrikh Iosifovitsj Anokhin varð føddur í Jejsk við Azovska havið. Hann hevur umframt at granska Russlands søgu starvast við at lýsa lív og kor hjá teimum smáu tjóðunum í Sovjetsamveldinum og harafturat søgulig og samfelagslig viðurskifti hjá fólkunum í Norðurlondum, einamest í Noregi, Føroyum og Danmark. Genrikh hevur skrivað nógv, fakligar bøkur, vísindaligar ritgerðir og blaðgreinar. Ein av bókum hansara er einasta heildarlýsingin av Føroyum og Danmark. Genrikh hevur skrivað nógv, fakligar bøkur, vísindaligar ritgerðir og blaðgreinar. Ein av bókum hansara er einasta heildarlýsingin av Føroyum og føroyingum, ið út er givin í Russlandi, »øba istrivajg dozjdej«, Moskva 1966. Í Fróðskaparritum, 38.-39. bók, 1989-90 stendur grein eftir G.I. Anokhin, »Føroyingar í russiskum bókmentum«.

Genrikh Anokhin hevur sett fram nýggja teori um, hvussu statsskipan er íkomin í Novgorod í 9. øld. Í uml. 260 ár hevur tann hugsanin verið ráðandi millum søgufrøðingar, at novgorodsmenn í árinum 862 bóðu Rjurik (Hroerek) koma handan hav, helst úr Svøríki, við sínum varjagi (væringjum) at ráða og stýra í Novgorod, tí har hildu teir seg ikki sjálvar duga. Hetta ástøði hevur verið nevnt »normanska teoriin«. Genrikh heldur eftir drúgvar kanningar, ið hann hevur gjørt, vera sannlíkt, at teir, ið skipaðu Novgorodsríkið, vóru ikki skandinaviskir menn, uttan slávar. Um hetta ástøði hevur hann skrivað ritgerð í russiska tíðarritið »Tsjelovek« br, 4, 1994.

»Hvør í míni fótspor stígur, hann lær ikki allan tíð« er kvøðið. Náttina 14. juli 1938 tók NKVD pápa Genrikhs, og einki frættist aftur um hann fyrr enn fleiri áratíggju seinni. Tá fekk sonurin at vita frá myndugleikunum, at faðirin varð skotin stutt eftir, at hann var tikin. Umsíðir, nú Stalin var burtur, fekk hann heiðursuppreising frá myndugleikunum, tí at hann var ikki sekur í nøkrum brotsverki, skrivaðu teir. Í seinna heimsbardaga var Genrikh í mótstøðurørsluni í Taganrog, sum týskararnir høvdu hersett. Seinni fór hann í mótstøðurørsluni í Taganrog, sum týskararnir høvdu hersett. Seinni fór hann í sovjetiska herin og var sum sersjantur við í bardøgunum á suðurhermótinum í Ukrainu. Men SMERSJ (sovjetskur mótnjósningarstovnur) fekk uppspurt, at Genrikh var ímóti Stalinstýrinum, og hann varð settur í sovjetska kz-legu 1944-45. Tá hann varð latin leysur haðani, var hann illa sjúkur og niðurundirkomin. Hóast tað royndi hann at sleppa inn á lærustovn at lesa søgu, sum hann frá ungum árum hevði verið hugaður fyrl. Myndugleikarnir vóru trekir at sleppa honum inn, men at enda eydnaðist honum at koma inn á undiversitetið í Dnjepropetrovsk. Tá hann hevði fingið prógv har, fekk hann av politiskum orsøkum kortini ikki loyvi at arbeiða við tí, hann hevði útbúgvið seg til, og fór at arbeiða sum ítróttalærari og bleiv eisini fjallaklintrari. Genrikh hevur staðið fyri kanningarferðum í fjøllum víðahvar í sovjetsamveldinum, m.a. í KAvkasus, í Sikhote-Alin eysturi ímóti Japanska havinum.

Í 1966 fekk Genrikh licentiatstig við Etnografiska instituttið há Vísindaakademii Sovjetsamveldisins og starvaðist hjá hesum stovni, til hann fór frá fyri aldur. Av tí at Genrikh var ikki limur í kommunistiska flokkinum, og pápin hevði verið »fólksins fíggindi«, sum tað æt í Stalintíðini, var í mong ár sýtt honum loyvi til at fara til londini vestanfyri, ið hann hevði kannað og skrivað um. Ikki fyrr enn í 1988 fekk Genrikh útferðarloyvi og slapp at gera ferð til Danmarkar og Føroya. Seinni var hann aftur í Føroyum, og hann hevur eisini verið í Noregi.

Genrikh Anokhin er limur í Geografiska felagnum hjá Vísindaakademii Russlands Internationala akademinum fyri samskipan av vísindum og Handilsvirksemi og Føroya Fróðskaparfelag.

Hann hevur givið Føroyum umtalu, ið vit kunnu fegnast um, í heimlandi sínum. Mangur føroyingur man minnast aftur á hugnaligar løtur inni hjá fagnarfólkunum Natasju og Heindriki í Moskva.

Valdemar Dalsgaard