Ein dómari hjá býarrættinum í Moskva er funnin skotin inni í íbúðarhúsunum, sum hann búði í. Russiska løgreglan heldur, at víðgongdar høgrakreftir hava beint fyri honum. Eduard Tsjuvasjov, dómari, varð funnin deyður í morgun. Hann var skotin, og løgreglan leitar nú eftir drápsmonnunum.
Myndugleikarnir halda, at drápið er hevnd, aftur fyri at Tsjuvasjov dømdi fleiri limir í einum nýnazistiskum felagsskapi fyri tveimum mánaðum síðani.
Sky News sigur, at dómarin fekk fleiri drápshóttanir, eftir at hann hevði dømt nýnazistarnar.









