Russiskur býur í streymloysi eftir ukrainskt álop

Reuters veit í løtuni ikki at siga, hvussu umfatandi skaðarnir á streymveitingina eru.

Reuters veit í kvøld at siga, at ein russiskur býur í Kursk-regiónini liggur í streymloysi.

 

Sambært guvernørinum í regiónini hevur eitt ukrainskt dronuálop rakt streymveitingina.

 

Reuters veit í løtuni ikki at siga, hvussu umfatandi skaðarnir á streymveitingina í býnum eru.

 

Fleiri av russisku álopunum í Ukraina hava havt sum mál at raka undirstøðukervið í landinum.

 

Í fleiri umførum hava milliónir av ukrainum sitið kaldir á vetrardegi - uttan streym, hita og vatn.

 

Tey, sum fylgja krígnum nær, halda, at endamálið hjá russum við slíkum álopum er at møða ukrainska fólkið.