Russisku hondbóltskvinnurnar heimsmeistarar

Hetta er triðju ferð á rað, at Rusland vinnur HM og fjórðu ferð síðani 2001. Hóast Rusland tapti ein dyst í millumumfarinum, so varð alla tíðina greitt, at landið var favorittur. Við einum sera góðum álopsspæli og eini dyggari verju og ikki minst einum ótroyttiligum venjara vísti Rusland, at tað eigur heimsins bestu hondbóltskvinnur.

 

HM verður spælt aftur um tvey ár. Tá eru Noreg og Danmark vertstjóðir.