Aftur í nátt hevur russiski herurin lopið á ukrainska havnarbýin, Odessa, og ukrainsku loftverjuskipaninar hava verið virknar.
Guvernørurin í Odessa-regiónini, Oleh Kiper, sigur, at í minsta lagi eitt sivilfólk hevur latið lív í álopunum, og fleiri eru særd. Hann ávaraði eisini íbúgvar í býnum um at taka film av hendingunum, tá ukrainskar loftverjurakettir raka russiskar rakettir í luftini.
- Tíverri hevur eitt sivilfólk latið lív í russisku álopunum á Odessa í nátt, skrivar guvernørurin í dagføring á Telegram.
Sambært ukrainsku myndugleikunum eru í minsta lag fýra børn særd í álopunum.
Í fleiri dagar hevur Russland lopið á ukrainskar havnir við Svartahavið, og stórar korngoymslur eru eisini raktar og oyðilagdar. Ein avtala hevur verið galdandi um, at Ukraina, sum er ein av heimsins størstu kornframleiðarum, kann útflyta korn úr nøkrum ukrainskum havnum við Svartahavið.
Mett verður, at henda avtala hevur havt stóran týdning fyri altjóða marknaðin og ikki minst fyri fólk í tilafturskomnum londum. Men, nú hevur Russland sagt hesa avtalu upp og sigur, at landið nú metir, at øll skip, sum koma í ukrainskar havnir, kunnu hava vápn umborð.
##med2##
Millum málini, sum russiski herurin hevur søkt at í Odessa í nátt, er ein gomul dómkirkja, sum hevur fingið stóran skaða í álopunum. Talan er um størstu ortodoksu kirkju í býnum, sum varð bygd í 1794. Í 1936 varð dómkirkjan oyðiløgd av sovjettiska herinum.
- Í 1990-unum varð kirkjan bygd uppaftur, men nú hevur hon so aftur fingið stóran skaða í russiskum álopum á Odessa í nátt, vita tíðindastovan NTB og fleiri aðrir útlendskir miðlar at siga úr Ukraina í morgun.
##med3##