Russiskt val um tryggan vinnara

Eingin ivi er um maðurin, sum Putin vil hava sum eftirfylgjara, vinnur forsetavalið í Ruslandi í dag. Almenn starvsfólk hava fingið boð um at velja Medvedev ella missa starvið Russiski forsetin, Vladimir Putin, segði fyri ári síðani, at hann stuðlar Dmitry Medvedev sum komandi forseta. Medvedev bjóðaði síðani Putin starv sum forsætisráðharra. Hetta er sambært bretska blaðnum, The Guardian, forsøgan til dagsins val í Ruslandi.

Fyrisitingin í Kreml hevur seinastu mánaðirnar gjørt alt fyri, at avtalurnar millum Medvedev og Putin kunna verða gjøgnumførdar.

Kravið er, at Dmitry Medvedev, vinnur valið í dag. Og longu nú er heilt vist, at hann verður vinnari. Fólk hava fingið ordrar, hvønn tey skulu velja, og valstøð er keypt at geva rætta úrslitið.

Russiski parlamentsvalið í desember vísti, hvussu stýrt russisk val kunnu vera, tá Tjetjnia og onnur øki í norður Kaukasus høvdu valluttøku á 99,6 prosent við 99 prosent av atkvøðunum til flokkin hjá Putin.

Eingin ivast heldur í, at 42 ára gamli sakførarin úr St. Petursborg, Dmitry Medvedev, fer at vinna á dagsins vali. Og hóast valið ikki er frítt allastaðni, so er Medvedev eisini avhildin. Fólk vænta, at við honum fáa tey eitt trygt og sterkt Rusland.

Yvir 109 milliónir russar í einum landi ,sum jarðarfrøðiliga er heimsins størsta land, kunnu í dag velja millum fýra valevni. Valið fer fram á umleið 96.000 valstøðum.

Seinastu valstøðini lata aftur klokkan seks føroyska tíð.