Russiskt á Televarpinum

Tey, sum í gjárkvøldið hugdu eftir Champions League dystinum millum Manchester United og Celtic á Rás1 hjá Televarpinum, fingu eina heldur øðrvísi uppliving burturúr. Fyrstu løtuna av dystinum var nevniliga russiskur frásøgumaður til dystin. Hvat sagt var, mundu tey fægstu skilja, men myndirnar vóru so í øllum førum har, og frásøgnin gjørdist lættari at skilja, tá tað eftir einar 20 minuttir varð skift til norskt.