Hin 29. september skeyt eitt russiskt stríðsflogfar eina rakett nærindis einum bretskum flogfari.
Tað upplýsir verjumálaráðharrin í Bretlandi, Ben Wallace, og tað eru fleiri miðlar, sum endurgeva verjumálaráðharran.
Sambært Ben Wallace hevur Bretland havt samband við Russland um tilburðin.
- Russland hevur viðurkent, at hendingin fór fram, men sigur, at talan var um eitt tekniskan feil.
Bretski verjumálaráðharrin sigur, at hendingin ikki verður sæð sum ein víðkan av krígsstøðuni.
- Upplýsingarnir, sum vit hava fingið, siga, at talan var um eitt mistak, sigur Ben Wallace.
Bretska flogfarið, sum fleyg í altjóða loftrúmi yvir Svartahavinum, var óvápnað, leggja útlendskir miðlar aftrat.











