Russiskt skip rent á Kunoyarnes

Fyri løtu síðani fór eitt russiskt skip á land á Kunoyarnesi.

Hetta er so feskt, at tað er ógvuliga avmarkað, hvat MRCC støðin veit um hendingina.

Talan er um farmaskipið Sunny Lina.

Bjargingarbáturin, Ziska er farin til skipið og vaktarskipið, Brimil somuleiðis.

Vakthavandi á MRCC sigur, at skipið er farið av Norðhavnini, men á veg avstað, er reyvin farin á land á Kunoyarnesi.

Men hvussu og hvat, veit hann ikki.

Hinvegin siguer Vikmar á facebook síðu síni, at Sunny Lina fór brádliga at bakka við nógvari ferð ímóti Kunoyarlandinum og fór á land.

Tað er ongin vandi á ferð og veðrið er hampiligt, so tað, sum arbeiðið nú snýr seg um, er at tryggja, at olja ikki lekur úr skipinum.

Myndirnar vísir, hvussu russiska farmaskipið stendur á landi. Myndirnar hevur Dávur Winrher tikið.