Russiskt skip á leiðini við Nord Stream

Breið semja er um, at tað var herverk, sum varð framt á gassleiðingarnar, men higartil er ikki komið alment fram, hvør stóð aftan fyri álopið.

Tá svenska verjan gjørdi kanningar av havbotninum nær gasslekunum, sum herfyri raktu Nord Stream 1 og 2, fingu sviar "selskap". 

 

Tað var eitt russiskt skip, sum kom á leiðina, meðan svenska skipið var her, veit svenska heimasíðan, P4 Blekinge, at siga í dag.

 

- Eins og við øllum aktiviteti á havinum, noyðist tú eisini her at taka atlit til hvønn annan.

 

Tað sigur Jimmie Adamsson, samskiftisstjóri í svensku sjóverjuni við tíðindamiðilin.

 

Hann vísir á, at tað krevur ikki loyvi frá svium at kanna lekar á gassleiðingini.

 

Tað var í endanum av september, at Nord Stream 1 og 2 fóru at leka gass. 

 

Funnið varð fram til fýra lekar á gassleiðingini, sum gongur millum Russland og Týskland gjøgnum Eystrasalt.

 

Útlendskir miðlar vita í dag at siga, at tveir av lekunum vóru í svenskum búskaparligum økj, og tveir vóru í donskum øki.

 

Breið semja er um, at tað var herverk, sum varð framt á gassleiðingarnar, men higartil er ikki komið alment fram, hvør stóð aftan fyri álopið.