Í morgun upplýsa keldur fyri russiskum tíðindamiðlum, at eitt russiskt hernaðarflogfar er dottið niður í Belgorod-regiónini.
Belgorod liggur beint hinu megin markið til Ukraina.
Reuters endurgevur eisini upplýsingarnar um flogfarið, og sagt verður, at hetta er eitt flutningsflogfar, sum flýgur við hernaðarútgerð.
Guvernørurin í økinum, Vyacheslav Gladkov, sigur, at tað hevur verið ein hending í ein landnyrðing úr býnum, Belgorod.
Einki verður higartil sagt um, hvør orsøkin er til, at flogfarið datt niður, men seinastu tíðina hevur Belgorod verið fyri fleiri ukrainskum álopum.