- Um teir vilja hava feskan laks, so eru ikki so nógvir valmøguleikar, sigur Regin Jacobsen, stjóri á Bakkafrost, við Bloomberg. Tað er ein serstak støða, tá ein so stórur marknaður verður tømdur fyri laks yvir náttina, samstundis sum vit hava eitt yvirskot av laksi, við ynskja at selja, sigur hann víðari.
Sambært greinini, væntar Bakkafrost at trífalda teirra útflutning til russiska marknaðin úr 6 prosentum til 15 prosent. Russland standa fyri 7 prosentum av eftirspurninginum av laksi í heiminum, meðan Føroyar standa fyri 4 prosentum av útboðinum av laksi.
Sambært Bloomberg, so sæst nýggja støðan hjá Bakkafrost aftur á virðisbrævamarknaðinum. Virði á partabrøvunum er hækkað við 20 prosentum síðani 7. August og táttar nú í 140 krónur.
Greinin kann lesast her.