Júst sum íslendingar og amerikanarar høvdu ta árligu verjuvenjingina Northern Wiking í september mánað, bað eitt russiskt flutningsflogfar um loyvi at millumlenda á altjóða flogvøllinum í Keflavík, tí brennievnið var farið at ganga undan.
Nú hevur Morgunblaðið fingið uppspurt, at tá tornið á flogvøllinum spurdi russiska flogskiparan, hvønn farm flogfarið hevði, var svarið frá flogskiparanum so mikið ógreitt, at eftirlitið á flogvøllinum spurdi umaftur og bað flogskiparan um nærri upplýsingar. Men tað fekk eftirlitið ikki. Kortini gjørdi leiðslan á flogvøllinum av at geva flogfarinum lendingarloyvið, so tað kundi fáa brennievni.
Íslendska eftirlitið skrásetti russiska flogfarið sum farmaflogfar, og tá eftirlitsmenn fóru umborð á flogfarið, komu teir eftir, at tað var fermt við 27 tonsum av ymsum hernaðarligum spreingievni.Millum annað fann eftirlitið landminur. Tær eru bannaðar í Íslandi, tí Ísland er eitt av londunum, sum hava skrivað undir altjóða landminubannið.
Tað kom óvart á íslendsku eftirlitsmennionar, at russiska flogfarið var fermt við hernaðarligum spreingievnum, tí flogfarið var ikki skrásett sum hernaðarflogfar. Tað hevði flogskiparin heldur ikki nevnt, tá hann bað um loyvi at lenda í Keflavík, skrivar Morgunblaðið.
Íslendska stjórnin bleiv kunnað um russiska flogfarið og farmin, men sambært keldunum hjá Morgunblaðnum vildu myndugleikarnir ikki steðga flogfarinum, sum tí fór aftur á flog við øllum farminum.