Russiskt flogfar horvið

Í Russlandi leita stór bjargingarlið eftir einum lítlum flogfari, sum hvarv fyri átta døgum síðani. Flogfarið stóð á einum flogvølli í býnum Serov, men tá annar flogskiparin og mekanikarin komu á flogvøllin, var flogfarið ikki at síggja, og síðani hevur eingin borið eygað við tað. Myndugleikarnir halda, at 13 fólk vóru í flogfarinum, tá tað fór á flog.

Tíðindastovurnar skriva, at seks flogfør, 280 akfør og fleiri hundrað fólk leita eftir tí horvna flogfarinumn.

Nakrir russiskir opg altjóða fjølmiðlar hava borið tíðindi um, at nakrir fullir menn høvdu rænt flogfarið, men tað avsanna teir russisku myndugleikarnir. Hinvegin sigur ein talsmaður fyri ta lokalu løgregluna, at løgreglan hevur greiðar ábendingar um, at í hvussu er summi í flogfarinum vóru drukkin.