Russiskir ítróttarleiðarar fáa sparkið

Ìtróttur er ikki bara eitt spæl. Ì nógvum førum er talan um ramasta álvara. Ein álvarsleikur, sum skal staðfesta støðuna hjá einari stórari tjóð í heiminum, ið hvussu er um talan er um Russland.

 

Bara tveir dagar aftaná, at forseti Russlands, Dimitri Medvedec boðaði frá, at vánaliga russiska úrtøkan skuldi fáa avleiðingar fyri teir ítróttarligu leiðarnar í Russlandi, hevur forsetin í olympisku nevnd Russlands, Leonid Tjagatsjev sagt sessin frá sær.

 

Vanliga er Russland millum tær fremstu tjóðirnar, men á vetrarleikunum hesaferð fekk Russland bert trý gullheiðursmerki, og samanlagt 15 heiðursmerki, sum er søguliga lítið fyri eina stolta tjóð, sum Russland.

Russland gjørdist bert nummar 11 á samlaða yvirlitinum yvir vunnin heiðursmerki, og er talan um ringasta úrslit Russlands nakrantíð.

 

Leonid Tjagatsjev er annars vinmaður við russiska forsætisráðharran, Vladimir Putin, og hevur verið ein av høvuðsreikarunum fyri vetrarleikunum, sum skulu verða í russiska býnum, Sochi í 2014. Eygleiðarar vænta, at fleiri russiskir ítróttarleiðarar verða noyddir frá orsaka av vánaligu úrslitunum komandi dagarnar. Enn hevur ítróttarmálaráðharrin, Vitalij Mutko ikki fingið sekkin, men hann er eisini í vandabólkinum.