Í síðsta mánað tók russiska løgreglan tvær kvinnur úr tónleikabólkinum Pussy Riot, tí tær høvdu vanvirt eina kirkju í Moskva, tá tær vóru við í einum mótmælistiltaki ímóti Vladimir Putin, forsætisráðharra.
Í dag var málið ímóti Nadezhda Tolokonnikova og Mariya Alekhina aftur í rættinum, og har gjørdi dómarin av at leingja varðhaldsfongslingina seks vikur.
Báðar kvinnurnar eiga børn, og verða tær dømdar fyri at hava vanvirt eina kirkjuna, kunnu tær fáa upp í sjey ára fongsu, sigur BBC.
Pussy Riot hevur leingi ligið í stríði við russisku myndugleikarnar. Bólkurin hevur millum annað spælt á torginum í Moskva og uppi á takinum á einum fongsli, sum fleiri andstøðingar hjá stjórnini sita fangar í.