Altjóða svimjisambandið FINA hevur í tíðindaskrivi kunngjørt nøvnini á sjey russiskum svimjarum, sum ikki sleppa at luttaka á OL í Rio. Teirra millum eru fyrrverandi heimsmeistararnir Yuliya Efimova og Vladimir Morozov, skrivar heimasíðan svimjing.com.
Russiska olympiska nevndin hava sjálvi strikað Efimovu og tríggjar aðrar svimjarar frá luttakaralistanum. Orsøkin er, at olympiska nevndin gjørdi í gjár greitt, at eingin russari, sum hevur verið tikin fyri doping, sleppur at luttaka í OL í Rio í næsta mánað.
FINA útilokar harumframt tríggjar svimjarar afturat, teirra millum Morozov, tí at hann er ein teirra, sum sambært sonevndu McLaren frágreiðingini hevur vunnið upp á, at hansara dopingroyndir vóru býttar um við reinar royndir undir HM í svimjing í Kazan, Russlandi, í fjør.
FINA hevur samstundis boða frá, at allar tiknu blóðroyndirnar frá HM í Kazan í fjør skulu takast av nýggjum.










