Alexander Dugin er ein víðgongdur nationalistur og ideologur í Russlandi, sum stendur Putin forseta nær.
Tað er ein fyrrverandi limur í russiska tjóðartinginum, Dumuni, sum sigur, at talan er um russiskar partisanar sambært blaðnum The Guardian.
Í eini røðu á russisktmæltu sjónvarpsstøðini í ukrainska høvuðsstaðnum, Kyiv, har hann hevur støð, heldur Ilja Ponomarev uppá, at tað er ein undirgrundarherur sum kallast Tjóðskaparligi Republikanski Herurin, sum hevur ábyrgdina av álopinum.