Russiskir njósnarar tiknir í Estlandi

Løgreglan í Estlandi hevur tikið ein týðandi yvirmann í landsins trygdartænastu og konu hansara og skuldsett tey fyri at hava njósnast til frama fyri Russland.

-Tvey fólk, Alexei (myndin) og Viktoria Dressen, vórðu tikin á flogvøllinum í Tallinn í dag, og vit kanna nú, um tey eru sek í landasviki, sigur Harrys Puusepp, sum er talsmaður hjá estlendsku trygdarløgregluni.

Russiska uttanríkisráðið hevur ongar viðmerkingar til tíðindini úr Estlandi.

Estlendska løgreglan hevur illgruna um, at hjúnini hava latið russisku trygdarløgregluni FSB loyniligar upplýsingar ígjøgnum fleiri ár. Sambært Harrys Puusepp høvdu tey bæði nøkur loynilig almenn skjøl uppi á sær, tá tey blivu tikin.

Hetta er ikki fyrstu ferð, at myndugleikarnir í Estlandi hava tikið fólk og ákært tey fyri at hava njósnast fyri Russland. Í 2008 bleiv Herman Simm, sum arbeiddi í estlendska verjumálaráðnum, tikin og dømdur 12 ára fongsul fyri at hava njósnast fyri russar.