Amerikanska samveldisløgreglan sigur seg stúra fyri, hvørji ørindi teir nógvu russisku njósnararnir hava, skrivar Time Magazine.
-Teir eru komnir aftur, og teir hava úr at gera. Men í veruleikanum vita vit ikki, hvat teir takast við, sigur ein fregnartænastumaður við blaðið.
Fyri fjúrtan døgum síðani varð ein írskur handilsmaður tikin á flogvøllinum í Los Angeles. Sambært myndugleikunum hevði hann útvegað sær nakrar týðandi edb-lutir, sum hann ætlaði at senda til Írlands og haðani til Russlands. Nú er handilsmaðurin skuldsettur fyri at hava havt ætlanir um ólógligan útflutning.
Sambært keldum hjá Time Magazine hevur Russland líka nógvar njósnarar í USA nú, sum Sovjetsamveldið hevði, tá tað kalda kríggið var upp á tað harðasta. Í minsta lagi 100 russar eru skrásettir sum diplomatar í USA, sjálvt um teir í veruleikanum eru njósnarar. Harafturat eru nógvir, sum alment arbeiða sum handilsmenn, tíðindafólk ella akademikarar, skrivar blaðið.
Keldurnar hjá Time Magazine vísa á, at síðani 2001 hevur FBI lagt størri dent á yvirgang enn njósning, og tað hevur gjørt, at tað hevur verið lættari hjá russiskum njósnarum at fáa fótafesti í USA. Sambært keldunum hava russar serliga áhuga í nýggjari amerikanskari verjutøkni, eins og teir royna at fá afatur á, hvat amerikanararnir fáast við í teimum gomlu sovjetlýðveldunum, Kina og Miðeystri. Amerikanska rakettverjuætlanin er eisini eitt av áhugamálunum.
Men FBI ætlar ikki at lata hetta um seg ganga, og tí hevur leiðslan gjørt av at tvífalda talið á starvsfólki, hvørs uppgáva er at avdúka útlendskar njósnarar, skrivar Time Magazine.