Kjarnorkudrivnir russiskir kavbátar hava í summar kannað havbotnin norðanfyri Føroyar. Russar kanna møguleikarnar fyri at finna olju og gass í norðurhøvum. Norska blaðið Dagbladet skrivar, at fleiri russiskir kavbátar hava verið við í verkætlanini at kanna havbotnin í Barentshavinum og norðarliga í Atlantshavinum - frá Jan Mayen til Íslands. Minst tveir av kavbátunum hava verið kjarnorkudrivnir.
Endamálið við kanningunum er sambært blaðnum at fáa vitan um møguligt oljuríkidømi í havbotninum í Norðuratlantshavi og arktiska økinum.
Russisku kavbátarnir hava verið í norskum, íslendskum og altjóða sjógvi - og kanningar eru eisini gjørdar í nánd av føroyskum sjóøki, veit nýggi íslendski verjustovnurin at siga.
Sambært BarentsObserver.com hava russar lagt størri dent á arbeiðið at finna nýggjar orkukeldur, tí roknað verður við, at kappingin um hesar keldur fer at harðna í framtíðini.